Betri

Liðkapping í amboðsfimleiki í Bylgjuni
16. november 2018
Leygardagin 17. nov. 2018 verður liðkapping í amboðsfimleiki í Bylgjuni í Runavík. 113 børn og ung eru tilmeldaði til kappingina. Út frá tilmeldaða talinum, væntaða áskoðaratalinum, venjarum, dómarum og hjálparfólkum annars, kann væl hugsast, at eini 400 fólk verða knýtt at Bylgjuni hetta vikuskiftið.


Uml. 20 dómarar manna dómaraborðini hesaferð, og er Fimleikafelagið Støkk sum fyriskipari sera spent uppá at bjóða betri umstøður til dómarar og áskoðarar í Føroyum. Talan er um eina altjóða úrslitaskipan, har úrslitini síggjast beinleiðis á netinum, sí leinkju https://live.sporteventsystems.se/ Harumframt verður kappingin stroymað fyri fyrstu ferð og kann síggjast á

https://www.youtube.com/watch?v=In4BIANhGrM&fbclid=IwAR1pNiaIeBj9NZd-T2MPInWNcbTfSyyfZkh_cV_eavu3K5HrAaNNFLicrdA&app=desktop


Amboðsliðini eru mannað við úrmælingum, sum fyrst hava verið til úttøku hjá avvarðandi feløgum, hareftir brúka tey nógvar tímar í venjingarhølunum. Í amboðsfimleiki verður kappast í 6 amboðum á dreingjasíðuni og í 4 amboðum á gentusíðuni. Tí er hetta eina sera fjøltáttað ítróttargrein og støðið gott.

 

Kappingin í Bylgjuni leygardagin verður skipað í trimum umførum soleiðis:


09.00-11.00 Kvinnur, menn, mansungl. og dreingir

Helen Gaardbo, forkvinna í Støkk bjóðar vælkomin. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handar heiðursmerkir.


12.00-16.00 U11, U14, smádreingir og piltar

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Terje Vestergaard f. mentanarnevndini handar heiðursmerkir


17.00-19.30 Góðkenning fyri Stig 1,2,3 og kappingarfyrireiking piltar

Sølvi R. Hansen, mentanarleiðari, bjóðar vælkomin.


Kaffi- og matsøla er á staðnum.