Uml. 20 dómarar manna dómaraborðini hesaferð, og er Fimleikafelagið Støkk sum fyriskipari sera spent uppá at bjóða betri umstøður til dómarar og áskoðarar í Føroyum. Talan er um eina altjóða úrslitaskipan, har úrslitini síggjast beinleiðis á netinum, sí leinkju https://live.sporteventsystems.se/ Harumframt verður kappingin stroymað fyri fyrstu ferð og kann síggjast á
Amboðsliðini eru mannað við úrmælingum, sum fyrst hava verið til úttøku hjá avvarðandi feløgum, hareftir brúka tey nógvar tímar í venjingarhølunum. Í amboðsfimleiki verður kappast í 6 amboðum á dreingjasíðuni og í 4 amboðum á gentusíðuni. Tí er hetta eina sera fjøltáttað ítróttargrein og støðið gott.
Kappingin í Bylgjuni leygardagin verður skipað í trimum umførum soleiðis:
09.00-11.00 Kvinnur, menn, mansungl. og dreingir
Helen Gaardbo, forkvinna í Støkk bjóðar vælkomin. Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, handar heiðursmerkir.
12.00-16.00 U11, U14, smádreingir og piltar
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. Terje Vestergaard f. mentanarnevndini handar heiðursmerkir
17.00-19.30 Góðkenning fyri Stig 1,2,3 og kappingarfyrireiking piltar
Sølvi R. Hansen, mentanarleiðari, bjóðar vælkomin.
Kaffi- og matsøla er á staðnum.