Betri

2. steypakapping í estetiskum fimleiki
14. mars 2019
2. steypakapping í estetiskum fimleiki verður komandi leygardag, 16. mars, í Bylgjuni.

Kappingin er skipað í tveimum, tó við innmarsji fyri øll lið.
Kl. 13.30 kappast pinkur og smágentur, og kl. 15.30 heldur kappingin fram við gentum, unglingum og kvinnum.

Støkk hevur 5 lið við í kappingini - eitt lið í hvørjum aldursbólki.

Kringvarpið fer at stroyma kappingina.