Betri

Árligu fimleikaframsýningarnar 2019
28. mars 2019

Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 30. og 31. mars í Bylgjuni í Runavík.

Leygarmorgunin 30. mars kl. 11 verður framsýning við børnum undir skúlaaldur, leygardagin kl. 15 og sunnudagin kl. 15 eru framsýningarnar við liðum frá 1. flokki og uppeftir.


Felagið hevur fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, ung og eldri breiddarlið í rútmu og reiðskapi, tricking, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningini verða merki og ídnisprógv handað.

Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og okkurt afturvið keypast úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini og øll eru hjartaliga vælkomin.