Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk verða 30. og 31. mars í Bylgjuni í Runavík.
Leygarmorgunin 30. mars kl. 11 verður framsýning við børnum undir
skúlaaldur, leygardagin kl. 15 og sunnudagin kl. 15 eru framsýningarnar við
liðum frá 1. flokki og uppeftir.
Felagið hevur fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn
undir skúlaaldur, ung og eldri breiddarlið í rútmu og reiðskapi, tricking,
kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Undir framsýningini verða
merki og ídnisprógv handað.
Allar dagarnar verður skipað fyri páskareggjatombola. Eisini kann kaffi og
okkurt afturvið keypast úti í gongini. Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan
framsýningini og øll eru hjartaliga vælkomin.








