Helen Gaardbo, forkvinna, og Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri, undirskrivaðu avtaluna, sum inniber, at BankNordik nú er høvuðsstuðul hjá Støkk.
Somuleiðis hevur Støkk gjørt nýggjan klædnasáttmála við Sport24 í Saltangará. Nýggi búnin hevur eyðkenda myrkabláa litin og er av merkinum Adidas.
Felagið fegnast um at hava fingið hesar avtalur í lag og sær fram til gott samstarv!
