Betri

Nú byrjar fimleikurin aftur
3. september 2019
Í samband við at fimleikurin byrjar aftur mánadagin 9. september, skipar Støkk fyri einum tilmeldingardegi í Bylgjuni leygardagin 7. september frá kl. 14.00-16.00, har møguleiki verður at fáa hjálp til tilmelding og gjalding. Somuleiðis verður møguligt at royna nýggja Støkkbúnan og bíleggja hann fyri ein góðan tilboðsprís. Venjarar vera til staðar, so børnini kunnu royna seg í amboðunum, meðan foreldur geva sær stundir til ein góðan kaffimunn, og Vitus kemur eisini ein túr at heilsa upp á børnini.

Tilmelding og gjalding fer fram á heimasíðuni www.stokk.klubmodul.fo ella við at velja "Tilmelding 2019/20" her á heimasíðuni.

Sí allar venjingartíðirnar á myndini niðanfyri!