Betri

Eingin venjing fram til 14. apríl
25. mars 2020

Til allar Støkkarar

Vit fylgja tilmælinum frá myndugleikunum og venja í fyrsta lagi aftur týsdagin 14. apríl.

Vit vóna at kunna enda fimleikaárið fyri breiddarliðini á onkran hátt, men enn eru vit í bíðistøðu.

Kappingarliðini eiga fleiri kappingar fyri framman, men enn vita vit ikki, nær hesar kunnu gjøgnumførast. Minnist til at heimavenjingar kunnu gera stóran mun!

Vit standa saman hvør sær móti korona og vóna, at hendan komandi tíðin fer at ganga bæði skjótt og væl, so vit aftur kunnu fáa ein gerandisdag fullan av rørslu og felagsskapi.