Betri

Til allar støkkarar
11. apríl 2020
Nú er avgjørt, at eingin fimleikaframsýning verður í ár. Støkk harmast um støðuna, men sær ongan møgleika at savna liðini í nærmastu framtíð.
Handanin av nálum og ídnismerkjum verður tó gjøgnumførd frá 1. flokki og uppeftir. Handanin verður seinni í apríl.

Í dag koyrdu samskiparar og nevnd út við eini páskaheilsan til venjarar, hjálparvenjarar og hjálparar. Vit vilja takka tykkum fyri stóra innsatsin í hesum fimleikaári. Vónandi kunnu vit øll herja á aftur í september.

Gleðiligar páskir!