Betri

Kappingarárið 2019/20 endað
24. apríl 2020
Nú endađi kappingaráriđ í fimleikinum eisini. Tađ harmast vit um, men vit fylgja sjálvandi tilmćlinum.

Vit vilja takka venjarunum í kappingarfimleikinum, sum gera eitt megnar arbeiđi og framhaldandi royna at venja uttandura í tryggari frástřđu og geva fimleikarunum heimavenjingar, so til ber at koma sterkt aftur komandi fimleikaár.

Ćtlanirnar hjá Střkk vóru annars stórar í ár og úrslitini, sum eru komin í hesum kappingarárinum, tala fyri seg. Střkk vann Fimleikafagnađin, í estetiska fimleikinum vunnu Smágentur Svalan, Gentur Rósan og Kvinnur Vípan gull í fyrru steypakappingini, og í ambođsfimleikinum vunnu vit nógv gull, bćđi í steypakappingini og liđkappingini.

Fleiri liđ skuldu til kappingar og venjingarlegur uttanlands og haraftrat skuldu yvir 60 střkkarar fara til ein stóran fimleikafestival í Italia í summar.
Alt hetta er nú útsett ella avlýst, men vit hyggja frameftir og gleđa okkum at byrja komandi fimleikaár í august/september.