Betri

Støkk byrjar aftur
26. august 2020
Nú byrjar fimleikurin hjá Støkk aftur. Breiddarfimleikurin byrjar 7. september, og tímatalvan verður klár á heimasíðuni og facebookvanganum hjá Støkk tann 2. september.

Tilmelding til úttøkuvenjingar í estetiskum kappingarfimleiki og fyrireikingarlið í amboðsfimleiki fer fram á hesum leinki:


Hevur tú hug at vera venjari ella hjálparvenjari í felagnum, ert tú vælkomin at senda okkum eini boð í boðklivan á facebook ella senda teldupost til stokk@stokk.fo.

Vit gleða okkum til fimleikaárið 2020/21.