Betri

Kaj Aage Troest farin
16. november 2020
Leygardagin 14. november 2020 bórust syrgiligu boðini, at Kaj Aage Troest so brádliga var farin, 77 ára gamal.

Kaj Aage var ein av stovnarunum av Støkk og heiðurslimur hjá felagnum.

Kaj Aage var ættaður úr Havn og gjørdi sum ungur fimleik við Havnar Fimleikafelag. Tá hann nýgiftur og nýútbúgvin lærari kom á Skálafjørðin at búgva, ynskti hann framhaldandi at gera fimleik, og tískil tóku hann og konan Jóhanna, saman við hjúnunum Svavu og Johan Kjeld, avgerð um at seta Fimleikafelagið Støkk á stovn 23. november í 1966.

Kaj Aage og Jóhanna hava verið sera virkin í fimleikinum - bæði í kappingar- og breiddarfimleikinum, og tey hava staðið fyri fleiri uttanlandsferðum við felagnum, sum mong minnast gott afturá.
Øll hesi árini, síðani felagið varð sett á stovn, hava tey fylgt væl við gongdini í felagnum og hava verið so trúføst til hvørja framsýning.

Fimleikafelagið Støkk lýsir frið yvir minnið um Kaj Aaga Troest og hevur djúpastu samkenslu við tykkum, sum eftir sita.