Betri

Jóhanna Troest fekk heiðursskjal Poul E. Petersen
15. februar 2021
Fimleikafelagið Støkk ynskir Jóhonnu Troest hjartaliga tillukku við heiðursskjali Poul E. Petersens.

Jóhanna stovnaði, saman við øðrum, Fimleikafelagið Støkk fyri skjótt 55 árum síðani og hevur verið virkin í felagnum øll árini.

Fyrstu nógvu árini fóru við at uppbyggja eina breidd í felagnum, og hesi árini stóð hon eisini, saman við manni sínum Kai Aage Troest, á odda fyri fleiri barna- og ungdómsliðum, sum veruliga gjørdu seg galdandi í føroyskum kappingarfimleiki.

Øll árini hevur Jóhanna verið við til at stápla stórar framførslur hjá felagnum upp á beinini t.d. til Gymnastradu, Fimleikafagnað, framsýningar o.l. Hon hevur verið ein stór fyrimynd og ein verulig eldsál, sum altíð hevur givið nýggjum venjarum góð ráð og vegleiðing.

Seinnu árini hevur Jóhanna Troest saman við Jóhonnu Petersen undirvíst kvinnum 55+ í lættari motión og linedance. Hvørt týskvøld møta uml. 30 kvinnur til hesa venjing, og hóast Jóhanna Troest júst hevur fylt 80 ár og kroppurin ikki altíð orkar tað sama sum høvdið, hevur hon enn orku og áræði at skipa fyri venjingunum.

Vit vilja takka Jóhonnu Troest fyri hennara trúfesti, áhaldni og framúr væl avgreidda sjálvbodna arbeiði, sum hon hevur gjørt og framvegis ger fyri felagið.