Betri

Anu Molder komin
18. oktober 2011
Í hesum døgum er útlendskur venjari komin at venja estetisku liðini í felagnum.

Talan er um Anu Molder úr Estlandi. Hon er fyrst og fremst komin at gera seriu til smágentulið og unglingalið, men harumframt fer hon eisini at hava venjingar við hinum liðunum.

Anu er ikki ókend fyri okkum í Støkk, hon hevur nevniliga verið her nakrar ferðir áður og gjørt seriur til estetisk lið í felagnum.
Til dagligt er hon venjari og koreografur í fimleikafelagnum "Piruett" úr Tallinn í Estlandi.