Vit hava gjørt ein lista, har tvey fólk verða sett til at hava ábyrgd av at vaska eina viku í part. Ein áminning umvegis sms verður send út, tá tað er tykkara vika. Um ikki ber til at koma ávísu vikuna, kunnu tit býta um tykkara millum og senda eini sms boð til 225577.
Listi við nøvnum hongur uppi í Skipafelagnum, so til ber at síggja, nær tit eiga at vaska, og harumframt er eisini ein leiðbeining, so einki ivamál er um, hvat skal gerast.
Viðvíkjandi gloymdum klæðum, so verða tey hongd út í gongina. Gott hevði verið, um foreldur hugdu inn har, tí har hanga longu nógv klæðir. Tey klæði, sum hava hingið uml. ein mánað, verða burturbeind uttan aðra áminning.
Við at klikkja á leinkini "Vaskilisti" og "Leiðbeining til vaskifólk" niðanfyri, ber til at síggja og heinta listan yvir nøvn og síggja yvirlit yvir, hvat skal gerast, tá man eigur tørn at gera reint.
Til ber eisini at síggja kunning og kontaktinfo hesum viðvíkjandi, við at fara inn á Ymiskt og síðani Vasking!