Betri

Støkk vinnari av Fimleikafagnaðinum
7. november 2011
Í tættari kapping gjørdust vit vinnarar av Fimleikafagnaðinum 2011.

Fimleikasambandið skipaði aftur í ár fyri Fimleikafagnaði í Norðurlandahúsinum, aftaná ein steðg í 3 ár. Feløgini, ið luttóku vóru HF, sum lýsti evnið "Tær sjey deyðssyndirnar", Flog, sum lýsti evnið "Ein dreymur", Ljósið, sum lýsti evnið "Snjóhvíta" og Støkk, sum lýsti evnið "Føroyskar sagnir".
Av tí at evnið í ár var frítt, vóru framførslurnar hjá feløgunum sera ymiskar, og beinanvegin sást, at tað fór at vera torført at finna ein vinnara, tí kappingin var so jøvn.
Spenningurin var sera stórur millum luttakararnar, meðan bíðað varð eftir úrslitinum, og tá samanum kom gjørdust vit í Støkk vinnarar!
Vit eru sjálvsagt sera fegin um heiðurin. At gerast vinnari í einari slíkari kapping hevur stóran týdning fyri felagið; tað styrkir og er við til at betra um samanhaldið millum limirnar í felagnum.