Betri

Væleydnað venjaraskeið
19. november 2011
Í dag hevur venjaraskeið verið í breiddarfimleiki.

Skeiðsleiðari var Heri, og hjálparar vóru Pætur, Ingvar, Jákup og Ari.

Á skeiðnum var serliga arbeitt við grundvenjing innan amboðsfimleik; millum annað hvussu man lærir børn at bólta rút fram og aftur, at standa á hondunum, at gera myllu o.s.fr. Hetta varð gjørt frá grundini av, við at deila ymisku lopini sundur. T.d. var mylla deild sundur í 8 partar.

Venjararnir og skeiðsleiðararnir vóru øll sera væl nøgd við skeiðið.

Myndir frá skeiðnum kunnu síggjast í myndasavninum!