Betri

Nýggja Fimleikahøllin
6. desember 2011

Næsta útbjóðingarumfar í samband við bygging av nýggju Fimleikahøllini er nú byrjað, og tríggjar fyritøkur eru útnevndar at kappast víðari.


Verkætlanin við nýggju Fimleikahøllini varð bjóðað út sum heildarveiting og varð útbjóðingin skipað í tveimum pørtum.

Fyrsta umfar er nú av, og hevur dómsnevndin útnevnt tríggjar fyritøkur at kappast víðari í øðrum umfari.

Hesar fyritøkurnar eru: J&K Petersen Contractors og MAP Arkitektar - TN-bygging og FUGLARK - Búsetur og BBP Arkitektar.


Fyritøkurnar skulu lata endaligu uppskotini inn 1. februar 2012, og vinnarin verður kunngjørdur 1. mars 2012.


Ætlanin er, at spakin verður settur í á vári 2012, og at Fimleikahøllin skal standa liðug og klár at taka í nýtslu á heysti 2013.


Vit í Støkk gleða okkum sjálvsagt at fáa betri karmar til fimleikin!


Á myndini omanfyri sæst økið millum ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin, har nýggja fimleikahøllin skal liggja.