Betri

Jólahugni fyri estetisku liðini
20. desember 2011
Í gjár varð skipað fyri jólahugna fyri estetisku liðini í felagnum, sum samskipararnir fyri estetiska fimleikin høvdu tikið stig til.

Byrjað var við eini felags jólaupphiting, og síðani framførdu liðini sínar seriur, sum allar vórðu tiknar upp á video.
Aftaná rísalamande, mandarinir og annað gott, varð hugt eftir upptøkunum frá øllum framførslunum, hetta fyri at fimleikararnir eisini kundu síggja teirra egnu framførslu, og harvið eisini síggja, hvat kann gerast betur í seriuni.
At enda spældu øll liðini pakkaspæl.

Nakrar myndir frá kvøldinum kunnu síggjast í myndasavninum!