Betri

Ferðafrásøgn
13. januar 2012
Ferðafrásøgn!

Tíðliga hósmorgunin tann 15. des. fóru vit, 6 venjarar úr Støkk, niður til Danmarkar at luttaka í størstu trickingleguni í ríkinum.

Fyrstu náttina varð sovið hjá foreldrunum hjá legusamskiparanum, Thor. Thor syrgdi eisini fyri, at vit fingu høvi at venja saman við Aarhus tricking sama kvøldið.

Legan byrjaði fríggjadagin, har øll, uml. 50-60 trickarir tilsamans, vórðu innskrivað. Vant var í hallunum hjá V.I.K. (Vejlby Idræts Klub, Gymnastikafdeling) Har vóru 2 hallir, ein fimleika- og trampolinhøll, og ein fimleika- og motorikkhøll, so sigast má, at umstøðurnar vóru góðar.

Legan vardi í tríggjar dagar og allir fimleikararnir mentu seg nógv á leguni. Um vit skulu nevna nøkur lop, so megnaðu tveir 3 dupulta salto og ein front dupult back. Tær góðu umstøðurnar gjørdu, at tað var møguligt at venja tílík torfør lop.

Tá legan var komin at enda, gekk leiðin til Keypmannahavnar, har gist varð á DGI Byens Hotel. Í Keypmannahavn fingu vit eisini møguleika at royna høllina hjá Kastrup Gymnastikforening. Hetta var eisini ein sera góð reiðskapshøll, har dentur var lagdur á kappingarfimleik.

Aftaná hetta var tað einans hygg og jólashop fyri rest, og 20. des. gekk leiðin so heim aftur á klettarnar.
Samanumtikið má sigast, at hetta var ein sera góður og læruríkur túrur!

Vit ynskja at takka Støkk fyri stuðul, og eisini skal Heri S. Lamhauge hava stóra tøkk fyri, at hann vildi vera venjari og ferðaleiðari á túrinum!

Heilsan
Ingvar, Ari, Albert, Jákup & Pætur 

Myndir frá túrinum eru at síggja í myndasavninum, og sí eisini videoklipp við at klikkja á leinkið niðanfyri!