Betri

1. steypakapping í estetiskum fimleiki
28. januar 2012
Komandi leygardag, 4. feb., verður 1. steypakapping í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík.

Kappingin verður skipað í tveimum pørtum; kl. 13.00 byrjar kappingin fyri Pinkur, Smágentur og Gentur - í alt 16 lið, og uml. kl 17.00 kappast Kvinnuunglingar og Kvinnur - í alt 7 lið.

Feløgini, ið luttaka eru Flog, Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk.

Frá Støkk luttaka 7 lið; 1 pinkulið, 2 smágentulið, 2 gentulið, 1 kvinnuunglingalið og 1 kvinnulið.

Spennandi verður at fylgja okkara fimleikarum, og vit ynskja teimum góða eydnu í kappingini!