Betri

Silvur til okkum
4. februar 2012
Fyrsta steypakapping í estetiskum fimleiki hevur verið í ítróttarhøllini í dag. Í øllum aldursbólkum gjørdist Støkk silvurvinnari.

Fitt av fólki hevði leitað sær til Runavíkar í dag, har fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki hevur verið.
Kappingin varð skipað í tveimum pørtum; fyrst kappaðust Pinkur, Smágentur og Gentur, og síðani var kappingin fyri Kvinnuunglingar og Kvinnur. Tilsamans luttóku 23 lið frá Flog, Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk.
Frá Støkk luttóku 7 lið; Pinkur A, Smágentur A og B, Gentur A og B, Kvinnuunglingar og Kvinnur

Spenningurin hevur verið stórur fram til hesa fyrstu kapping í fimleikaárinum, og tað sást beinanvegin at kappingin fór at verða tøtt, og so var. Tá avtornaði gjørdist HF vinnari í øllum aldursbólkum í harðari kapping við Støkk, sum gjørdist nr. 2 - eisini í øllum aldursbólkum.

Næsta steypakapping verður longu 10. mars á Kambsdali har somu lið, umframt Pinkur B, hjá Støkk fara at luttaka.

Niðanfyri síggjast øll úrslit fyri hvørt lið frá kappingini í dag!

Fleiri myndir eru at síggja í myndasavninum!


Pinkur T L F Samanlagt Úrslit
Støkk 4,60 2,50 6,15 13,25 2
Ljósið 4,23 2,55 5,65 12,43 3
HF 4,47 2,60 6,35 13,42 1


Smágentur T L F Samanlagt Úrslit
Støkk A 5,17 2,75 6,80 14,72 2
Støkk B 4,27 1,95 6,00 12,22 4
Ljósið 4,27 2,35 6,15 12,77 3
HF A 5,33 3,15 6,45 14,93 1
HF B 4,03 2,40 5,75 12,18 5
Flog A 3,70 2,50 5,90 12,10 6
Flog B 3,93 1,85 5,55 11,33 7


Gentur T L F Samanlagt Úrslit
Støkk A 5,17 3,25 7,60 16,02 2
Støkk B 4,07 2,20 6,35 12,62 6
Ljósið 5,00 3,05 7,40 15,45 3
HF A 5,30 3,40 7,55 16,25 1
HF B 4,33 2,60 6,50 13,43 4
Flog 4,27 2,55 6,45 13,27 5


Kvinnuunglingar T L F Samanlagt Úrslit
Støkk 4,30 3,15 6,75 14,20 2
Ljósið 4,13 2,90 6,85 13,88 3
HF 4,87 3,35 7,45 15,67 1


Kvinnur T L F Samanlagt Úrslit
Støkk 4,80 3,50 7,30 15,60 2
Ljósið 4,50 3,10 7,10 14,70 3
HF 4,90 3,60 7,30 15,80 1
Flog 4,17 2,75 6,60 13,52 4