Betri

1. steypakapping í amboðsfimleiki
7. februar 2012
Komandi vikuskifti verður 1. steypakapping í amboðsfimleiki í Fimi í Havn.

Kappingin verður í tveimum pørtum; leygarmorgunin kl. 10.00 kappast Gentur og Smádreingir, og sama dag kl. 13.00 byrjar kappingin fyri Kvinnuunglingar, Kvinnur, Dreingir, Mansunglingar og Menn.

Á kvinnusíðuni verður kappast í lop og bita, og á mannfólkasíðuni verður kappast í paralellari barr, beinsveiggj og gólvi.

Frá Støkk luttaka í Gentum Barbara Debes, Bjørt Davidsen og Marta Nielsen, og hjá Kvinnum Anita S. Davidsen og Linda Maria Hansen.

Spennandi verður at fylgja teimum, og ynskja vit teimum sjálvsagt góða eydnu í kappingini!