Betri

2. steypakapping í amboðsfimleiki
24. februar 2012
Í morgin, leygardagin 25. februar, verður 2. steypakapping í amboðsfimleiki í Fimi í Havn.

Kappingin verður skipað í tveimum pørtum; kl. 10.00 byrjar kappingin fyri gentur og smádreingir, og kl. 13.00 kappast kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn.

Á kvinnusíðuni verður kappast á gólvi og forskotnari barr, og á mannfólkasíðuni verður kappast í lopi, ringum og rekk.

Frá Støkk luttaka í gentum Barbara Debes, Bjørt Davidsen og Marta Nielsen, og hjá kvinnum Anita S. Davidsen.

Spennandi verður at fylgja teimum, og ynskja vit teimum sjálvsagt góða eydnu í kappingini!