Betri

Vinnarin kunngjørdur hósdagin
28. februar 2012
Hósdagin 1. mars kl. 9.00 verður vinnarin av kappingini um at gera nýggja fimleikahøll við Løkin kunngjørdur.

Tað var seinasta summar, at Runavíkar Kommuna tók avgerð um at fara undir verkætlanina at gera høll til estetiskan, lið- og amboðsfimleik við Løkin.

Við støði í brúkarafundum og einari útførligari byggiskrá hava fimm samtøk í tveimum umførum kappast um at tekna, projektera og at byggja høllina.

Tað hevur verið eitt ynski frá Runavíkar Kommunu og brúkarunum, at nýggja høllin, umframt at hýsa fimleikinum, eisini skal betra um møguleikarnar fyri óformligum og óskipaðum virksemi, spæli, rørslu og sosialum tiltøkum, og kemur høllin tí at betra bæði um felagslív og ráðstevnumøguleikar í økinum.

Ein dómsnevnd við umboðum fyri Runavíkar Kommunu og lokalu ítróttarfeløgini, stuðla av uttanhýsis serfrøði, hevur nú valt ein vinnara, og verður hesin almannakunngjørdur á tíðindafundi hósdagin 1. mars kl. 9.00 í býraðssalinum hjá Runavíkar Kommunu.

Høvið verður hjá áhugaðum at síggja eina framløgu um vinnandi verkætlanina. Somuleiðis verður høvið at síggja hini fimm uppskotini. Høvið verður eisini at tosa við umboð fyri kommununa og vinnandi samtakið.

Kelda: runavik.fo

Vit í Støkk eru sjálvsagt sera spent!