Betri

Búsetur skal gera fimleikahøllina
1. mars 2012
Heilt fitt av fólki var komið saman í býráðssalinum, tá Runavíkar Kommuna í morgun skipaði fyri fundi, har vinnarin av kappingini um at gera nýggja fimleikahøll við Løkin skuldi avdúkast.

Dávid Reinert Hansen, tekniskur leiðari hjá Runavíkar Kommunu, greiddi frá leistinum, sum hevði verið nýttur í kappingini.

Síðani avdúkaði Magnus Rasmussen, borgarstjóri, at eitt samtak við Búsetur, BPP Arkitektum, LBF og Sofus M. Jacobsen hevði vunnið kappingina frammanfyri fýra øðrum samtøkum.

Sjúrður Holm stjóri á Búsetur fekk handað blómutyssi, og síðani greiddi Lisa Sehested, arkitektur hjá BBP, frá verkætlanini.

Eftir ætlan verður grivið út í august í ár, og høllin stendur væntandi klár at taka í nýtslu í september 2013.

Meira um verkætlanina verður at frætta seinni!

Kelda: runavik.fo

Nakrar myndir av verkætlanini eru at síggja í myndasavninum!