Betri

Tríggjar fjølbroyttar og góðar framsýningar
25. mars 2012

Ítróttarhøllin hevur í vikuskfitinum verið karmur um árligu fimleikaframsýningina hjá felagnum.


Framsýningin byrjaði hóskvøldið, tá børn undir skúlaaldur framførdu, og síðani helt framsýningin fram leygar- og sunnudagin, tá hini liðini frá 1. flokki og uppeftir vóru meira blandað.


Allar tríggjar dagar var høllin fullsett av foreldrum, ommum og abbum og øðrum, ið vóru komin at hyggja, meðan børn og vaksin framførdu.


Sigast má, at sýningarnar vóru væl eydnaðar, og tað sást, at fimleikararnir hava fingið nógv burturúr hendan fimleikaveturin.


Myndir frá øllum trimum framsýningardøgunum eru at síggja í myndasavninum!