Betri

FM í amboðsfimleiki flutt
27. mars 2012
Fimleikasambandið hevur avgjørt at flyta FM í amboðsfimleiki fyri bæði tey yngru og eldru av serligum orsøkum.

FM fyri pinkur, gentur, piltar og smádreingir, sum eftir ætlan skuldi vera 21. og 22. apríl, er flutt til vikuskiftið 14. og 15. apríl, vegna NM í amboðsfimleiki. Sostatt verða B-kappingin og FM fyri tey yngru sama vikuskifti. Báðar dagar verður B-kapping fyrrapart og FM seinnapart.

FM fyri kvinnuunglingar, kvinnur, dreingir, mansunglingar og menn, sum eftir ætlan skuldi vera 26. og 27. mai, er eisini flutt eina viku fram til vikuskiftið 19. og 20. mai, vegna HM í estetiskum fimleiki og Hvítusunnu.

Kelda: www.fimleikur.fo