Betri

Silvurheiðursmerki til Martu
14. apríl 2012

B-kapping og FM í amboðsfimleiki fyri yngru bólkarnar hevur verið í dag. Hjá okkum gjørdist Marta Nielsen silvurvinnari í FM-kappingini.


Frá Støkk luttóku pinkur í B-kappingini, og pinkur og gentur í FM-kappingini. Kappast var í øllum greinum tilsamans, og vunnu vit silvurheiðursmerki í gentum, sum Marta Nielsen vann.


Í morgin er aftur kapping, tá kappast verður í hvørjum einstøkum amboði. Hjá okkum eydnaðist tað Martu Nielsen og Bjørt Davidsen at koma víðari í øllum amboðum. Spennandi verður at fylgja teimum!


Sí myndir frá kappingini í dag í myndasavninum!