Betri

B-kapping og FM fyri yngru liðini í estetiskum fimleiki
26. apríl 2012
Leygardagin verður B-kappingin og FM fyri yngru liðini í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn. Tilsamans luttaka fimm lið frá Støkk.

B-kappingin byrjar kl. 13.00, og luttaka í hesari kapping lið frá Havnar Fimleikafelag, Flog og Støkk.
Frá Støkk luttaka trý lið; Pinkur B, Smágentur B og Gentur B.

Kl. 16.00 sama dag er FM fyri Pinkur og Smágentur. Til hesa kapping luttaka lið frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk, og hava vit í Støkk lið í báðum aldursbólkum.

Spennandi verður at fylgja okkara liðum til kappingarnar, og ynskja vit teimum sjálvsagt góða eydnu!