Betri

FM fyri eldru liðini í estetiskum fimleiki
9. mai 2012
Í vikuskiftinum verður FM fyri eldru liðini í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

Til kappingina, sum byrjar kl. 16.00 sunnudagin, luttaka lið frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum, Flog og Støkk.

Frá Støkk luttaka lið í øllum trimum aldursbólkum; Gentur A, Kvinnuunglingar og Kvinnur.

Av tí at kappingin hevur verið sera tøtt um 1. plássið millum Havnar Fimleikafelag og Støkk hjá bæði Gentum og Kvinnum í undanfarnu steypakappingum, verður sera spennandi at fylgja okkara liðum til hesa seinastu kappingina í estetiskum fimleiki í ár.

Vit ynskja øllum trimum liðunum góða eydnu!