Frá Støkk luttóku lið í øllum trimum aldursbólkum. Hjá gentum gjørdist HF vinnari í tættari kapping við Støkk, sum gjørdist nr. 2 við bert 0,3 stigum aftanfyri. Ljósið varð nr. 3.
Hjá Kvinnuunglingum varð HF nr. 1, Ljósið nr. 2 og Støkk nr. 3.
Hjá Kvinnum varð HF vinnari í sera tættari kapping við Støkk, sum gjørdist nr. 2 við bert 0,2 stigum aftanfyri. Ljósið gjørdist nr. 3.
Fyri Gentur og Kvinnuunglingar er fimleikaárið liðugt, meðan Kvinnurnar nú fara at venja fram ímóti HM, sum verður í Spania vikuskiftið 25.-26. mai. Meira verður at frætta um HM-ferðina seinni.
Sí øll úrslitini frá kappingini í vikuskiftinum niðanfyri. Nakrar myndir eru eisini at síggja í myndasavninum!
Gentur | T | L | F | Samanlagt | Úrslit |
HF A | 5,05 | 2,95 | 6,40 | 14,40 | 1 |
HF B | 4,00 | 2,10 | 5,50 | 11,60 | 4 |
Ljósið | 4,45 | 2,50 | 6,00 | 12,95 | 3 |
Støkk | 4,90 | 3,00 | 6,20 | 14,10 | 2 |
Kvinnuunglingar | T | L | F | Samanlagt | Úrslit |
HF | 3,90 | 2,85 | 7,30 | 14,05 | 1 |
Ljósið | 3,50 | 2,55 | 6,65 | 12,70 | 2 |
Støkk | 3,35 | 2,75 | 6,35 | 12,45 | 3 |
Kvinnur | T | L | F | Samanlagt | Úrslit |
HF | 3,75 | 2,95 | 6,95 | 13,65 | 1 |
Ljósið | 3,25 | 2,50 | 6,65 | 12,40 | 3 |
Støkk | 4,00 | 2,75 | 6,70 | 13,45 | 2 |
Flog | 3,05 | 2,50 | 4,95 | 10,50 | 4 |