Betri

Silvur- og bronsuheiðursmerki til okkum
14. mai 2012
Endaspurturin í estetiskum fimleiki hevur verið um vikuskifti, tá eldru liðini í estetiskum fimleiki kappaðust um FM-heitið.

Frá Støkk luttóku lið í øllum trimum aldursbólkum. Hjá gentum gjørdist HF vinnari í tættari kapping við Støkk, sum gjørdist nr. 2 við bert 0,3 stigum aftanfyri. Ljósið varð nr. 3. 
Hjá Kvinnuunglingum varð HF nr. 1, Ljósið nr. 2 og Støkk nr. 3.
Hjá Kvinnum varð HF vinnari í sera tættari kapping við Støkk, sum gjørdist nr. 2 við bert 0,2 stigum aftanfyri. Ljósið gjørdist nr. 3.

Fyri Gentur og Kvinnuunglingar er fimleikaárið liðugt, meðan Kvinnurnar nú fara at venja fram ímóti HM, sum verður í Spania vikuskiftið 25.-26. mai. Meira verður at frætta um HM-ferðina seinni.

Sí øll úrslitini frá kappingini í vikuskiftinum niðanfyri. Nakrar myndir eru eisini at síggja í myndasavninum!

Gentur T L F Samanlagt Úrslit
HF A 5,05 2,95 6,40 14,40 1
HF B 4,00 2,10 5,50 11,60 4
Ljósið 4,45 2,50 6,00 12,95 3
Støkk 4,90 3,00 6,20 14,10 2


Kvinnuunglingar T L F Samanlagt Úrslit
HF 3,90 2,85 7,30 14,05 1
Ljósið 3,50 2,55 6,65 12,70 2
Støkk 3,35 2,75 6,35 12,45 3


Kvinnur T L F Samanlagt Úrslit
HF 3,75 2,95 6,95 13,65 1
Ljósið 3,25 2,50 6,65 12,40 3
Støkk 4,00 2,75 6,70 13,45 2
Flog 3,05 2,50 4,95 10,50 4