Betri

Heiðursmerkir í øllum amboðum
20. mai 2012
Í dag var aftur kapping í amboðsfimleiki, tá kappast var um FM-heitið í hvørjum einstøkum amboði. Í Støkk megnaðu vit at vinna heiðursmerki í øllum amboðum.

Frá okkum luttóku Anita S. Davidsen og Kristina Toftegaard í øllum amboðum, og gjørdist talan um eitt gull- silvur-og bronsuheiðursmerki til Anitu, og trý bronsuheiðursmerkir til Kristinu.

Á gólvinum megnaði Anita at gerast føroyameistari, Katrin Wardm frá HF gjørdist nr. 2 og Kristina nr. 3.
Í lopi gjørdist Eydna Danielsen HF nr. 1, Anita nr. 2 og Kristina nr. 3.
Á bitanum gjørdist Birita Poulsen HF nr. 1, Katrin Wardum HF nr. 2 og Kristina nr. 3.
Í forskotnari barr gjørdist Katrin Wardum HF nr. 1, Birita Poulsen HF nr. 2 og Anita nr. 3.

Sí annars øll úrslitini frá kappingini í dag hjá bæði kvinnum og monnum, við at klikkja á leinkið niðanfyri! Nakrar myndir frá báðum kappingunum í vikuskiftinum eru eisini at síggja í myndasavninum.