Betri

HM í estetiskum fimleiki í Føroyum í 2015
25. mai 2012
HM í estetiskum fimleiki er í Spania, Cartagena, í hesum døgum.

Í dag hevur fundur verið, har umboð fyri øll fimleikasambondini møttust. Katrin Abrahamsen frá Fimleikasambandinum var við á hesum fundi, og bjóðaði hon Føroyar fram til at vera vertir í 2015. Eingin frá hinum sambondunum mótmæltu hesum, men tvørturímóti søgdu millum annað umboð frá Russlandi, Finnlandi og Estlandi, at Føroyar máttu upplivast, av tí at hesi áður hava verið í Føroyum, har tey millum annað hava hildið skeið.
Sostatt verður HM í estetiskum fimleiki í Føroyum í 2015.

Karmarnir til eina slíka kapping skulu vera góðir, og við Fimi í Havn og tí komandi fimleikahøllini í Runavík, skuldi hetta ikki verði nakar trupulleiki.
So er bert spennandi at vita, hvar kappingin verður. Við okkara frálíkum kørmum í tí komandi fimleikahøllini, er ivaleyst gjørligt, at kappingin møguliga kundi verði hildin í Runavík.

At enda má hetta sigast at vera eitt sera stórt framstig fyri føroyskan fimleik.